PRÍSIR
Prísir eru í donskum krónum (DKK).
GJALDSHÆTTIR
Tá ið goldið verður hjá Stjørnuskotinum, verða upplýsingar um gjaldskortið viðgjørdir hjá QuickPay, sum er ein trygg gjaldsloysn fyri online gjaldingar. Upplýsingar um kortið verður viðgjørt eftir krøvum frá peningastovnunum og Nets/Teller.
3D SECURE
Minst til at melda kredittkortið hjá tær til 3D Secure hjá tínum banka.
Tá ið tú keypir á netinum, er neyðugt, at títt kort skal vera melda til 3D Secure. Hetta er av trygdarávum.
Hetta er sum minstamark galdandi fyri Visa Dankort og Mastercard.
Fyri at betra um trygdina, er neyðugt, at øll kort, ið verða brúkt á heimasíðuni, eru melda til 3D Secure.
STOVNA BRÚKARA
Keypir tú eina vøru frá okkum, stovnar tú tær ein brúkara. Tú upplýsir navn, bústað, teldupost og telefonnummar og velur tær eitt loyniorð. Hetta verður so goymt, og næstuferð tú keypir á nethandlinum, sleppur tú undan at seta allar upplýsinganar inn av nýggjum, tað einasta tú skalt minnast er teldupost og loyniorð.
*Um tú ynskir at strika teg sum brúkara ella ikki ynskir tíðinadabrøv frá okkum, sendur tú ein teldupost á Litaleikur@mail.fo og vit strika tín brúkara.
GJALDING
Vit taka í móti gjaldskortum á nethandlinum. Ongin sær hetta og tað er trygt at keypa frá okkum.
Vit taka ímóti hesum kortum:
Visa
Visa – Dankort
MasterCard
Visa Electron
Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre).
Rindar tú við gávukortið, skalt tú seta gávukortkotuna í teigin “Gávukort ella avsláttarkota”.
Tá ið tú rindar á heimasíðuni og ert liðug-/ur at keypa, t.v.s. at tú hevur tøppað allar tínar upplýsingar, verður eitt einnýtisloyniorð sent til tína telefon. Loyniorðið skalt tú tøppa inn fyri at enda keypið hjá okkum.
Um tú hevur trupulleikar við keypinum hjá okkum, set teg so í samband við tænastudepilin hjá bankanum og sig teimum telefonnummarið, sum skal nýtast í sambandi við 3D Secure.
Niðanfyri eru nummur hjá bankum:
Betri Banki: +298 348000
Bank Nordik: +298 330330
Suðuroyar Sparikassi: +298 359870
Norðoya Sparikassi: +298 475000
Útfyllur tú ikki hesi, ber ikki til at keypa á okkara nethandli. Næst trýstur tú á góðkent, og peningur verður tikin av tíni kontu tá bíleggingin verður avgreidd av okkum, og tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Fært tú ongan faktura, kann tað vera feilur í upplýstu teldupostadressu.
Riggar alt ikki sum tað skal ella yvast tú? Ring til okkum á 316070 ella send ein teldupost á litaleikur@mail.fo.
GÀVUKORT
Gávukort keypt online er galdandi í 3 ár frá útgávudegnum.
Gávukortið kann ikki umbýtast til reiðan pening.
Gávukortið má goymast væl, tí burturmist kort verða ikki endurgoldin.
ER OKKURT GALIÐ VIÐ VØRUNI
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja til Stjørnuskotið, ella senda ein teldupost til litaleikur@mail.fo.
Tú kanst eisini koma í handilin og boða frá reklamatiónini.
FYRIVARNI
Fyrivarni skal takast fyri prís- og lagurvillum.
ÚTBERING
Keypur tú eina vøru áðrenn kl 10 mánadag til fríggjadag, verður vøran avgreidd til Posta sama dag.
Útberingin er ókeypis tá vørukeypið er yvir 600 kr. Annars kostar útberingin 60 kr.
UMBÝTINGARRÆTTUR
Angrar tú keypið, ber til at senda vøruna aftur innan 8 dagar. Til ber eisini at koma í handilin í Tórshavn við vøruni.
Vit vilja heita á teg at senda ein teldupost til okkara á Litaleikur@mail.fo
Um kvittan er við, fæst tilgóðseðil ella tú kanst býta um til aðra vøru.
Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur á.
Umbýtingarrættur er 8 dagar, treytað av at vøran er óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var keypt. Eisini er umbýtingarrætturin treytaður av, at vøran er óútpakkað og í líka góðum standi, sum tá ið vøran varð keypt.
Kostnaðurin at senda retur ber kundin sjálvur.
SKRÁSETING
Stjørnuskotið er skrásett hjá Skráseting Føroya undir nr. 5499.
Lóggilda navnið er:
Sp/F Litaleikur
Dalatún 13
100 Tórshavn